Síðan Musikkskúlin varð skorin við hálvari millión hevur alt verið á gosi. Hetta hevir verið eitt mál, sum pressan, eisini vit her á blaðnum, hava gingið høgt uppí. Orsøkin er sjálvandi, at Musikkskúlin er so ómetaliga væl umtóktur millum børn og foreldur. Musikkskúlin hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri trivnaðinum hjá føroyskum ungdómi. Hesin stovnur hevur givið møguleikar hjá ungum talentum at menna seg til røtt tónlistafólk, og stovnurin hevur givð øllum hinum ein góðan møguleika at læra seg at leika á eitthvørt ljóðføri. Hetta at duga at handfara eitt ljóðføri er ein ómetaliga stórur fyrimunur í lívinum. Tónleikur er mennandi fyri likam og sál. Sostatt er vælskiljandi at foreldur og pressan hava verið á gosi.
Nú hevur landsstýrið so tikið avleiðingarnar av hesum mongu atfinningum og mælt til at veita Musikkskúlanum eykajáttan. Hetta er sera gott og tænir landsstýrinum til sóma. Hetta er at viðurkenna, at vit kunnu ikki vera ein vælvirkandi Musikkskúla fyri uttan. Tað er einki at ivast í, at føroyski almenningurin sum heild tekur undir við, at Musikkskúlanum verður latin ein eykajáttan, sum loyvir skúlanum at halda fram við sínum verandi virksemi. Tað hava verið røddir frammi við atfinningum móti uppskotinum um at taka peningin frá løgujáttan til listaskúla á Sandi. Sum tað skiltist á landsstýrismanninum í ÚF í fyrradagin, so hendir eingin vanlukka við hesum. Hetta fíggjarárið er so langt umliðið, at tað heilt einfalt ikki letur seg gera at framja nakra íløgu í listaskáulan á Sandi. Sum tað skiltist er einki projekterað og tískil er valla møguligt at bjóða nakað arbeiði út í ár.
Tað má væntast og krevjast av øllum flokkum í fíggjarnevndini, at teir taka undir við uppskoti landsstýrisins um eykajáttan til Musikkskúlan. Her er ein vælvirkandi stovnur, sum enn ikki er fallin fyri spariknívinum, sum hendan samgonga tíverri hevjar yvir alt feltið eins og tann undanfarna samgongan gjørdi. Her hava fíggjarnevndarlimirnir eitt gott høvi at gera eina góða gerð og tað vænta vit øll, at teir fara at gera. Hetta eigur eisini at vera galdandi fyri tann nevndarlimin, ið fyrradagin í útvarpinum sum vísti seg sum rættiliga negativan. .










