Konsertir verða í hesum sambandi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld og leygarkvøld við einstaklingum og bólkum, sum eru fyrireikaðir heimanífrá, og sunnudagin verður tað framført, sum bólkarnir hava lært á stevnuni.
Næstan 400 næmingar eru við hesaferð, og teir leika saman í rútmiskum bólkum, í Big Band, á klaver og gittara, í hornorkestri, blási- og strúkiorkestrum, og sangarar eru eisini við.
Allir bólkar venja í Eysturskúlanum, meðan klaverleikarar venja í hølunum hjá Tórshavnar Musikkskúla.
Konsertirnar fríggjakvøldið og leygarkvøldið eru ókeypis, men sunnudagin verður kostnaðurin Kr 20,- fyri atgongumerki.










