Hetta vikuskiftið verður Musikkskúlastevna í Havn. Venjingar verða fríggjadagin og leygardagin í Eysturskúlanum og konsertin verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin.
Stevnan er fyri teir næmingar, ið spæla strúki- og blásiljóðføri. Hesi orkesturljóðføri verða í vikuskiftinum sett saman í Symfoniorkestur, blásaraorkestur, Suzuki fiólbólkar, floytu-, klarinett- og saxofonbólk, harmoniorkestur, hornorkestur og ein blokkfloytubólk.
Konsertin verður kl 16:00, men Ungdómsorkestrið í Vágum spælir konsert í forhøllini longu klokkan 15:30. Orkestrið fyrireikar seg eina ferð til Stóra Bretlands og hetta er liður í venjingum í tí sambandi.
Næmingatalið í musikkskúlaskipanini er nú so mikið stórt, at ymisku stevnurnar verða spjaddar yvir skúlaárið. Tilsamans verða einir 250 næmingar við á hesari stevnuni.
Til ber at tryggja sær atgongumerki til konsertina í forsølu í Norðurlandahúsinum.