Hentze brøðurnir úr Fuglafirði, Rúni og Jóhan, eru tónleikaúrmælingar burturav. Mikukvøldið hava báðir tveir framførslur í hvør sínum Mentanarhúsið í Eysturoynni Meðan yngri beiggin, Rúni, skal spæla trompet í Runavík, er Jóhan komin til Føroya við einum skotskum hornorkestri og fara teir at framføra í Mentunarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið kl. 19.
Saman við Dávur Juul Magnussen, sum eisini spælir trombone í Royal Scottish National Orchestra, er Jóhan Hentze, sum spælir trompet, knýttur at The Royal Scottish Academy of Music and Drama og hornorkestrinum her, Royal Scottish Academy Brass.
Tað eru 12 mans haðani, sum eru komnir til Føroya á rundferð. Á hesum konservatoriinum undrast tey á, at eitt so lítið samfelag sum tað føroyska kann hava eitt so ríkt tónleikaumhvørvi við fleiri hornorkestrum og dugnaligum tónleikarum, sum teir dagliga uppliva at m.a. føroyski musikkskúlin fostrar. Millum annað tí eru tey komin til Føroya á rundferð og á hornorkesturstevnu.
Væntandi kann hetta hornorkestri lokka teir mongu føroyingar, sum eru áhugaðir í horntónleiki, ein túr til Fuglafjarðar og í Mentunarhúsið til eina sera forkunnuga hornkonsert.