Mursi vil hava semju

Forsetin í Egyptalandi, Mohamed Mursi, roynir nú at sissa tey, sum eru í øðini um, at hann hevur fingið sær størri vald.

Í einari yvirlýsing, sum kom í gjarkvøldið, skrivaði hann, at tær nýggju heimildirnar, sum hann hevur fingið, eru bara fyribils, og at hann fer at lata tær frá sær, so skjótt nýggja grundlógin er samtykt, og næsti tjóðartingsvaldagurin er ásettur.

Forsetin legði afturat, at hann vil hava semju við andstøðuna, og at í dag fer hann á fund við umboð fyri dómararnar, sum hava funnist at avgerð hansara at víðkað valdið hjá forsetaembætinum.

Teir seinastu dagarnar hava mótmælistiltøk verið í fleiri egyptiskum býum, og í fleiri førum hava samanbrestir verið millum mótmælisfólk og løgregluna.