Mursi og Shafiq í seinna valumfari

Tað er nú staðfest, at seinna umfar av forsetavalinum í Egyptalandi verður millum Muhammed Mursi úr Muslimska Bróðurskapinum og Ahmed Shafiq, sum var tann seinasti forsætisráðharrin í forsetatíðini hjá Hosni Mubarak.

Formaðurin í valnevndini, Faruq Sultan, segði í dag, at einki av valevnunum fekk meiriluta í fyrra valumfari, og av tí at Mursi og Shafiq (myndin) fingu flestar atkvøður í fyrra umfari, verður seinna umfar millum teir báðar.

Muhammed Mursi fekk 5,74 milliónir atkvøður, og Faruq Shafiq fekk 5,5 milliónir atkvøður. Triðflestar atkvøður fekk Hamdeen Sabbahi, sum fekk 4,8 milliónir. Valluttøkan í fyrra umfari var 46,2 prosent.

Tað er tó als ikki vist, at Faruq Shafiq sleppur at taka lut í seinna valumfarinum. Sambært einum ískoyti til egyptisku stýrisskipanina kunnu embætismenn og ráðharrar frá Mubarak-tíðini ikki stilla upp til almenn embæti. Shafiq kærdi hesa regluna, og valnevndin gav honum loyvi til at stilla upp til forseta. Men málið er nú í Hægstarætti, og hann hevur ikki sagt sína hugsan enn.