Mursi ákærdur fyri at arbeiða saman við Hamas

Á fyrsta sinni fæst nú at vita, hví frákoyrdi egyptiski forsetin verður hildin aftur, skrivar dr.dk.

Mursi varð settur frá valdinum í Egyptalandi 3. juli. Síðan hevur hann verið í varðhaldi á loyniligum staði.

Egyptiski statsákærin hevur í dag kunngjørt, at orsøkin til, at Mursi varð koyrdur frá, var at hann hevur samstarvað við hernaðarliga palestinska felagsskapin Hamas.

Fráboðanin kemur sama dag, sum bæði herurin og Muslimski Bróðurskapurin, ið Mursi er partur av, hava boðað frá mótmælisgongum í Kairo og aðrastaðni í Egyptalandi.

Ákærurnar móti Mursi eru millum annað, at hann hevur fingið Hamas at hjálpa sær at flýggja úr fongsli í 2011.

Sambært egyptisku tíðindastovuni MENA hevur Mursi samstarvað við Hamas um álop á løgreglustøðir og fongsul. Harumframt er hann ákærdur fyri at hjálpa 30 handtiknum leiðarum úr Muslimska Bróðurskapinum at flýggja úr fongsli í Kairo, meðan Mubarak sat við valdið.

Mursi skal eisini hava verið samsekur, tá heryvirmenn, hermenn og fangar vórðu dripnir.

Sambært MENA eru avhoyringarnar av Mursi byrjaðar. Eftir at ákærurnar eru settar fram, verður hann í varðhaldi í 15 dagar aftrat. Varðhaldsfongslingin kann leingjast uppaftur meir, meðan kanningarnar verða gjørdar.

(Mynd: GIANLUIGI GUERCIA © Scanpix)