Læknin Conrad Murray, sum í gjár varð dømdur fyri óviljað manndráp í sambandi við, at sangarin Michael Jackson doyði í 2009, kann fáa upp í fýra ára fongsul.
Men løgfrøðiligir serfrøðingar siga, at Murray fer helst at fáa gagn av einari nýggjari lóg í statinum Kalifornia, har fongslini eru meiri enn full.
Michael Pastor, dómari, fer at kunngera sjálva revsingina seinni í mánaðinum. Hann kann velja at geva læknanum ein treytaðan dóm, húsavarðhald ella fongsul upp í fýra ár. Men av tí at fongslini í Kalidornia støðugt eru full av fangum, sleppa teir flestu fangarnir leysir, áðrenn teir eru lidnir at sita alla revsingina. Tí halda summir serfrøðingar, at Conrad Murray fer neyvan at sita í fongsli meiri enn eitt ár.










