Murray og Beckham ikki á heiðurslistanum

Wimbledon vinnarin, Andy Murray og fyrrverandi liðskiparin á enska landsliðnum, David Beckham, eru ikki við á nýggjárs heiðurslistanum.

Wimbledon vinnarin, Andy Murray og fyrrverandi liðskiparin á enska landsliðnum, David Beckham, eru ikki við á nýggjárs heiðurslistanum.

 

Tað skrivar BBC Sports.

 

Teir báðir, sum báðir hava fingið OBE heiðurslønina, vórðu annars væntaðir at verða slidnir til riddara.

 

26 ára gamli Murray gjørdist hin fyrsti bretin í 77 ár, sum vann Wimbledon sigurin í summar, meðan 38 ára gamli David Beckham legði styvlarnar á hillina í mai, eftir 20 árum sum professionellur fótbóltsleikari.

 

Á listanum í ár eru annars nevnd Ann Jones, sum vann á Billie Jean King í Wimbledon finaluni í 1969 og er útnevnd til CBE (Commander of the British Empire), eins og varaformaðurin í West Ham, Karren Brady.

 

Dave Bedford, ein fyrrverandi rennari, er útnevndur til OBE (Officer og the British Empire), og tað sama er Geoff Miller, ein cricket úttøkumaður, og Rachel Yankey, kvinnan, sum hevur leikt flest landsdystir fyri Ongland í fótbólti.

 

Katy McLean, liðskiparn hjá enska rugby landsliðnum og Stuart Cummings, ið gavst sum rugbydómari fyrr í ár, vórðu útnevnd sum MBE (Member of the British Empire)