Murder By Numbers ? Iskoldt Mord

Eftir øllum at døma eitt fullkomuliga tilvildarligt morð. Ein ung kvinna verður funnin dripin úti í skóginum uttan fyri ein lítlan bý í USA.
Skjótt vísir tað seg, at talan er um alt annað enn tilvild. Tað vil siga, at kvinnan varð vald av tilvild, men alt annað er fyrireikað niður í minstu smálutir.
Brotsmenninir eru tveir studentaskúlanæmingar, Richard og Justin. Hin fyrri er ríkmanssonur, gløggur og væl dámdur í skúlanum. Hin seinni kemur úr miðalstættini, er eisini sera gløggur, men er ein einari og av tí sama ikki serliga væl dámdur. Av lyndi tveir fullkomnir mótsetningar, ið tó hava funnið saman. Saman leggja teir eina ætlan um at fremja tað fullkomna drápið, ið ikki kann uppklárast.
Tað verður uppgávan hjá løgreglukvinnuni Cassie Mayweather at finna út av, hvør drap ungu gentuna. Í fyrstani sær tað út sum um talan er um eitt tilvildarligt morð, men skjótt fær Cassie illgruna til ríkmanssonin Richard, og seinni eisini Justin.
Sandra Bullock er framúrskarandi í leiklutinum sum Cassie. Cassie er ein kvinna, særd inn á sálina. Av ringum royndum hevur hon eitt forskrúvað forhold til mannfólk, og tað gevur henni trupulleikar í arbeiðinum. Hon ber orð fyri at lokka mannfólk at sær fyri síðan at skumpa teir burtur. Hon er ikki væl dámd og hinir løgreglumenninir hava ongan hug at arbeiða saman við henni. Tí verður tað Sam við feskum løgregluskilti, ið skal arbeiða saman við Cassie.
Sam og Cassie fáa illgruna til teir báðar Richard og Justin, og síðan byrjar eitt spæl um, hvør er gløggari og hvør snýtir hvønn ? løgreglan ella ungu menninir.
Filmurin er eisini um tveir drongir, ið eru sleptir uppá fjall av foreldrum og heimum sínum, keða seg í skúlanum og leita eftir onkrum øðrvísi, ið kann geva spenning í lívinum. Úrslitið gerst ein brennandi áhugi fyri at fremja tað fullkomna drápið. Tað er "tað fullkomna drápið", ið tvinnar teir saman ? annars hava teir einki í felag og einki annað at tosa saman um.
Tú keðir teg ikki eina løtu, teir tveir tímarnar, filmurin varir. Tað er ikki nakar av høvuðsleikarunum, ið ikki megnar sína uppgávu, og umframt Sandru Bullock er serliga Michael Pitt framúrskarandi í leiklutinum sum einarin Justin. Tað er at taka munnin ov fullan at siga, at søgan er genial, men hon er tó so mikið væl skrivað, at hon ber filmin, væl hjálpt av góðum leikarum.


Fakta um Murder By Numbers
Leikarar: Sandra Bullock, Ben Chaplin, Ryan Gosling, Michael Pitt
Leikstjóri: Barbet Schroeder
Longd: 120 min.
Stað: Havnar Bio, um tú ert 16 ár ella eldri