Feskasta dømi, er uppskoti um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting.
Landsstýrismaðurin í lógarmálum mótmælir, at exitpoll kanning verður framd í valhølinum til Fólkatingsvalið, men fær ikki viðhald í sínum mótmæli.
Hetta vil landstýrismaðurin ikki finna seg í og ger ikki mætari enn at leggja eitt lógaruppskot fram, sum skal seta forboð fyri exitpoll kanningum.
At sjónveik og blind verða nevnd í uppskotinum er bert tí, at hesi hava verið eftirbátar sum ikki einaferð og fyri at fjala yvir, hvat veruliga liggur aftan fyri lógaruppskotið, nevniliga at seta forboð fyri exitpoll kanningum.
Hetta vísur øllum Føroya fólki, hvussu arbeitt verður í landstýrinum, fáa teir ikki sín vilja, ja so gera teir bert eina lóg, so at teir fáa sín vilja.
Hvat fólkið sigur er líkamikið.