Munurin tódnaður

Munurin millum teir bláu og teir reyðu flokkarnar í Danmark er minkaður í seinastuni. Ein nýggj meiningakanning, sum Greens hevur gjørt fyri Børsen, vísir, at hevði fólkatinsgval verið nú, hevði tann reyða andstøðan fingið 93 tinglimir og stjórnarflokkarnir og teirra stuðulsflokkar 82. Fyri einum mánað síðani gav ein kanning andstøðuni 100 tinglimir.

Høvuðsorsøkin til broytingina er, at Sosialistiski Fólkaflokkurin missir veljarar. Í seinastu manning fekk flokkurin 16,3 prosent, men fær nú 13,6 prosent.

Á hinum vonginum hava Vinstri og Konservativi Fólkaflokkurin eina lítla framgongd, meðan Danski Fólkaflokkurin og Liberal Alliance standa í stað.