Munurin minkaður burtur í einki

Skráin leggur upp til, at spenningurin fer at verða varðveittur rættuliga leingi, men tað er eisini møguleiki fyri, at nógvir spurningar kunnu verða so at siga svaraðir, tá ið tvey tey næstu vikuskiftini verða løgd afturum bak

15. UMFAR SAMANUM

Tað minnir mest um tað, sum Manchester United megnaði í innanhýsis kappingini við Arsenal í fjør. Tað, sum hugsað verður um, er innanhýsis kappingin millum HB og B68. Undan fjúrtanda umfarinumvar HB fýra stig frammanfyri B68. Eftir fimtanda umfarið eru liðini jøvn í stigum. Bæði hava 32 stig. HB er kortini framvegis oddalið. Tá ið tað stendur á jøvnum í stigum, eru tað innanhýsis uppgerðirnar, sum eru avgerandi. B68 og HB spældu á Svangaskarði í sjeynda umfarinum. Ta ferðina var úrslitið 1?1, og tað vil siga, at tað stendur á jøvnum í innanhýsis uppgerðunum. Síðani verður hugt at málmuninum, og tá er HB betri fyri. Teir hava +19 í málum, meðan B68 hevur +13 í málum.
Um tað verður mett út frá gongdini og serliga út frá úrstøkuni tær seinastu ferðirnar, so er eingin ivi um, at B68 leikliga hevur verið betri fyri enn HB í teimum seinastu umførunum. Men tað fæst at síggja nú sunnudagin. Tá bresta HB og B68 saman í Gundadali.
Sjálvandi verður tað soleiðis, at ein møguligur vinnari ta ferðina undan tveimum teimum síðstu umførunum fer at liggja best fyri í kappingini um FM. Men tað eru framvegis møguleikar fyri, at okkurt annað lið skal blanda seg upp í FM stríðið. Hjá NSÍ kámaðist møguleikin ikki so lítið mánakvøldið. Teir eru fýra stig aftanfyri tey bæðioddaliðini. Tískil skal NSÍ fáa fulla úrtøku í øllum trimum dystunum, sum teir eiga eftir, og so mugu teir vóna, at HB og B68 býta ímillum sín, og at tey eisini missa stig í tveimum teimum síðstu umførunum.
Næstu ferð skal NSÍ spæla á heimavølli ímóti B36, sum bara er eitt stig aftanfyri tey bæði oddaliðini. Støðan hjá B36 er soleiðis, at teir fyrst og fremst skulu syrgja fyri at vinna sínar dystir, og so mugu teir vóna, at tað ímillum HB og B68 í Gundadali nú sunnudagin verður javnleikur, ella at HB fer at vinna. B36 hevur spælt liðugt ímóti B68, sum hevur vunnið báðu ferðirnar ímóti B36, meðan B36 annan sunnudag skal spæla ímóti HB. Um B36 vinnur í Runavík, og B68 ikki vinnur ímóti HB, so verður tað upp til B36 at gera av, um teir skulu vinna FM ella ikki. So B36 viðhaldsfólkini, sum ikki fara til Runavíkar sunnudagin, fara at taka á við HB í Gundadali ? ella munnu tey nú tað!!?

Karmarnir og úrslitini
Í Føroyum er tað soleiðis háttað við veðrinum, at um tað ein dag er stormur við vindi og regni, so eru vánirnar rættuliga góðar fyri, at næsti dagurin verður væl blíðari. Higartil í ár hava fótbóltslíkindini verið framúr góð. Eftir ársskiftið, tá ið tað varð farið undir fyrstu fyrirreikingarnar til kappingarárið, var gott veður og lítið og einki av kava, og í summar hava tað so at siga hvønn leikdag í bestu deildini verið góð líkindi at spæla fótbólt. Men sunnudagin sveik veðrið. Tá var ikki hugsningur um at spæla á Toftum, har teir á middegi gjørdu av at útseta í eitt samdøgur, og tað vísti seg at vera tann rætta avgerðin. Í Vági treiskaðust teir, men tað var ikki hugsningur um at spæla á Vágseiði, og so noyddist GÍ norður aftur uttan at hava spælt. Enn er ikki greitt, nær óhøgliga útsetti dysturin skal avgreiðast. Í Gundadali og í Klaksvík var væl spælandi, sjálvt um líkindini ikki vóru so góð, sum tey oftast hava verið í summar.
Á Eiði var nógvur vindur, og dómarin og leiðslan í EB/Streymi høvdu hug at útseta. Tað skuldi eisini verið lag á manni, tí tað er landfast úr høvuðsstaðnum og norður á Mølina. Men spælararnir treiskaðust, og sambært HB heimasíðuni, hb.fo, vóru gestirnir rættuliga ídnir at fáa dystin avgreiddan. Eingin skaði spurdist burturúr at spæla, dómarin var lagaligur, og úrslitið var 1?1. Soleiðis var tann søgan. Tað hevur verið at hoyrt, at umstøðurnar vóru meiri heimaliðnum til fyrimunar, enn tær vóru gestunum. Hetta minnir ikki sørt um, at umstøðurnar í Molde fyri einum mánað síðani vóru meiri KÍ til fyrimunar, enn tær vóru til frama fyri Molde. Men nú er einki at gera við tað.
At EB/Streymur megnaði at taka stig frá oddaliðnum kom kortini ikki púra óvart á. Sum tað varð nevnt leygardagin, so hevur EB/Streymur á heimavølli fingið stig frá øllum oddaliðunum. Teir hava spælt javnt ímóti HB, B68 og NSÍ, og teir hava vunnið á B36.
Í hesum umfarinum var tað eisini merkisvert, at tað fóru tvey mál ígjøgnum hjá B68. Í hesum kappingarárinum er tað bara tvær ferðir komið fyri áður, at Albert Sævarson hevur verið noyddur at fara í meskarnar tvær ferðir. Fyrra ferðin var á útivølli ímóti EB/Streymi (2?2), og seinna ferðin var á heimavølli ímóti EB/Streymi (4?2).

Lyklauppgerðir í botninum
Skála ætlaði sær stig í Klaksvík. Men tá ið óstøðugu og evnaríku klaksvíkingarnir høvdu fingið luft undir veingirnar, og gestirnir ikki høvdu verið so hepnir, so sleptu skálamenn endanum. Teir eru framvegis fimm stig frá næstaftasta plássinum. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir skulu í hvussu so er brúka tvey av trimum teimum seinastu umførunum at lyfta seg av aftastu rókini.
Lítið og einki hevur síðani summarsteðgin bent á, at tað sama skal eydnast hjá Skála í ár, sum tað eydnaðist í fjør. Tað verður undir øllum umstøðum neyðugt at vinna tvær tær næstu ferðirnar. Sunnudagin eiga teir heimavøll ímóti VB, og so skulu teir spæla í Miðvági. Ein av treytunum fyri, at tað skal eydnast hjá Skála, er, at FS Vágar ikki fær stig nú sunnudagin, tá ið KÍ fer at vitja í Miðvági. Við KÍ gongdini higartil í huga ber illa ella als ikki til at meta um, hvussu tað fer at verða við tí.
Hjá Skála sær skráin soleiðis út í trimum teimum síðstu umførunum: Skála?VB, FS Vágar?Skála og Skála?EB/Streymur. Hjá FS Vágum sær skráin soleiðis út: FS Vágar?KÍ, FS Vágar?Skála og NSÍ?FS Vágar.
Í hinum endanum sær skráin hjá fýra teimum fremstu soleiðis út í trimum teimum síðstu umførunum. Í 16. umfarinum: NSÍ?B36 og HB?B68. Í 17. umfarinum: KÍ?NSÍ, B36?HB og B68?GÍ. Í átjanda og seinasta umfarinum verður spælt soleiðis: NSÍ?FS Vágar, HB?KÍ, GÍ?B36 og VB?B68.
EB/Streymur, GÍ og VB eru í onga manna landi saman við KÍ. GÍ?EB/Streymur spæla í 16. umfarinum og EB/Streymur?VB í 17. umfarinum.
Tað er møguleiki fyri, at tað longu annan sunnudag eftir 17. umfarið fer at verða greitt, hvør fer at vinna FM og hvør skal flyta beinleiðis niður. Men tað er eisini møguleiki fyri, at spurningarnir ikki verða svaraðir, fyrrenn HB á heimavølli hevur spælt ímóti KÍ, at NSÍ á heimavølli hevur spælt ímóti FS Vágum, B36 hevur verið í Gøtu, B68 hevur verið í Vági, og EB/Streymur hevur vitjað á Skála.