Hollendska FC Zwolle vann um vikuskiftið útidystin móti Helmond Sport, og hetta hevur veruliga sett ferð á uppflytingartosið í felagnum hjá Súna Olsen.
Samstundis sum Zwolle vann, tapti argasti kappingarneytin úr RBC, og tískil er munurin niður til næsta liðið nú trý stig. Hetta merkir, at Zwolle í seinasta umfarinum kann beina allan iva til viks, tí tá skulu teir á heimavølli spæla móti júst Excelsoir, sum er á øðrum plássi. Ein sigur til Zwolle í hesum dystinum merkir, at munurin niður til næsta í minsta lagi er fimm stig undan seinasta dystinum, so einki er at siga til, um lagið er gott fyri tíðina.