Munurin fer at minka

Bæði oddaliðini hava frí, og tí skal hetta vikuskiftið brúkast til at finna útav, hvaðani størstu hóttanirnar til Fram og TB koma. Hjá monnunum er SÍ eitt gott boð, meðan Mjølnir sær sterkast út hjá kvinnunum

 

Flogbóltur


Í dag verður 8. umfar í meistaradeildunum hjá monnum og kvinnum spælt. Og tað ber longu nú til at siga, at bæði hjá TB-kvinnunum og Fram-monnunum verður leiðslan á stigatalvuni onkursvegna minni aftaná dystirnar í dag. Tað er nevniliga soleiðis, at bæði TB og Fram hava frívikuskifti, og hetta er tí eitt gylt høvi hjá hinum liðunum at taka eitt sindur inn aftur á oddafiskarnar báðar.


Týdningarmikið í Vágunum

Serliga hjá SÍ ræður um at vinna í dag, og á heimavølli móti Fleyr skuldi ikki verið ómøguligt. Higartil í ár hava sørvingar verið ein flokk omanfyri Fleyr, og við einum sigri í dag taka teir oddasessin aftur frá Fram, tí teir hava betri settmun. Fyri Fleyr er hetta hinvegin ein sera góður møguleiki at fáa veruligt samband við oddaliðini aftur, so munurin ikki verður alt ov stórur, tá stigini um eina viku verða koyrd í helvt. Og teir í Fram fara ivaleyst eisini at fylgja væl við og munnu vóna, at arvafíggindarnir úr Fleyr fara at gera okkurt við SÍ.

Hin dysturin í meistaradeildini hjá monnum er botndystur. ÍF, sum hevur tapt allar sjey dystirnar higartil, tekur ímóti Mjølni á Kambsdali, og hyggja vit eftir stigatalvuni, er tað nærliggjandi hjá ÍF at siga "skal tað verða, so skal tað verða nú".

Møguleikin er sjálvandi har, men Mjølnir vil neyvan verða einasta liðið, sum hevur tapt móti ÍF í grundspælinum, har fuglfirðingar spæla sín seinasta dyst í dag.


Hvør skal hótta TB

Eisini hjá kvinnunum hittast ÍF og Mjølnir á Kambsdali í dag. Og hesin dysturin er avgerandi fyri, hvør verður størsta hóttanin hjá TB.

Tvørágentur eru fremstar við 12 stigum fyri sjey dystir, og síðani koma ÍF og Mjølnir við seks stigum fyri seks dystir. Við øðrum orðum er hetta dysturin um 2. pláss. Mjølnir hevur í seinastuni av álvara fingið fótin fyri seg, og tær mugu metast sum favorittar í dag.

Á Giljanesi hava bæði Dráttur og Fleyr brúk fyri stigum. Serliga Fleyr liggur tungt í sjónum, men eisini Dráttur má royna at fáa stig. Teirra síðsti sigur kom móti Mjølni 3. november, men tað er skjótt langt síðani.

Tað hoyrir við til søguna, at Dráttur bara hevur spælt ein dyst síðani tá, og hann var enntá móti TB í Trongisvági, men øll stig hava týdning, ikki minst nú kvinnukappingin sær út til at gerast rættiliga jøvn.