FÓTBÓLTUR: Toftamenn fara seinnapartin norður til Klaksvíkar, har teir seta punktum fyri einum buldraligum og ikki væl eydnaðum kappingarári. B68 var fremst eftir fyrsta umfarið, og tað var akkurát so, at teir í øðrum umfari taptu 2-1 í Gundadali ímóti B36. Men so taptu teir á Svangaskarði ímóti ÍF, og síðani hevur gingið av skriðuni.
Setningurin hevur verið at halda seg leysan av niðurflytingarstrikuni, og tað hevur eydnast.
Kappingarárið hjá KÍ verður eisini mett at hava verið miseydnað, men sigrar í fýra av teimum fimm seinastu umførunum hava havt við sær, at endaliga úrslitið ikki verður so vánaligt, sum tað eina tíð sá út til at fara at gerast.
Fyri viku síðani góvu vit Arnoldi Joensen eitt leikbann, men tað var ikki rætt. Miðvallarin spældi ikki ímóti NSÍ, men tað var tí at hann, tá GÍ vitjaði, var so óheppin at bróta ein fingur. Hóskvøldið varð ikki roknað við, at Arnold fer at spæla í dag. John Hansen var leikbannaður ímóti NSÍ, og hann verður við aftur í dag. Ístaðin er Niclas Niclasen uttanfyri við leikbanni.
B68 hevur havt nógv leikbann, og tá GÍ vitjaði var tað Edmund Jacobsen, sum noyddist at hyggja at. Hann er tøkur aftur.
Gongur javnt á
KÍ og B68 eru tey einastu av feløgunum, sum dystast í dag, ið hava spælt ímóti hvørjum øðrum í bestu deildini á hvørjum ári í nítiárunum.
Tað hevur gingið báðar vegir, tá toftamenn hava vitjað í Klaksvík, tó hevur B68 ikki vunnið har norðuri síðani í 1988, tá tað endaði 2-0 til toftamenn.
KÍ vann í 1990 2-1, í 1993 vunnu teir 1-0, og í 1994 og í 1995 vunnu teir ávikavíst 6-3 og 4-3. Í fjør endaði 1-1, og tað gjørdi tað eisini í 1991 og 1992. Í 1989 var úrslitið 2-2.