Munurin er minkaður nógv

Bátarnir komu á mál í somu røð sum á vestanstevnu, men í gjár manglaði lítið í hjá Sølmundi

Umróðurin millum 6-mannaførini við kvinnum í gjárkvøldið bar sama úrslit við sær sum í róðrinum á vestanstevnu í Miðvági.

Tær á Lómi av Argjum kærdu um, at ein av eftirlitsbátunum var orsøk til aldur, sum órógvaðu teirra róður, og tær fingu viðhald í Róðrarsambandinum. Umróðurin varð settur at vera í Miðvági í gjárkvøldið, og tá varð úrslitið tað sama, sum tað var á vestanstevnu.

Lómur varð nummar trý, Sølmundur nummar tvey og Jarnbardur vann.

Gongdin í gjárkvøldið gav ábending um, at tað kann verða heilt spennandi á ólavsøku. Sølmundur var fremstur eina løtu, og tá ið tveir teir fremstu bátarnir fóru um málið, var fjarstøðan frá Jarnbardi og aftur til Sølmund minni, enn hon hevur verið fyrr í ár.