KÍ-HB:
Tað er stórur munur á, hvussu gongdin higartil hevur verið hjá javnaldrunum KÍ og HB higartil í ár. Fyrsta umfarið var flúgvandi hjá HB, sum vann stórsigur, meðan KÍ tapti stórt. Mikukvøldið varð KÍ varpað úr steypakappingini, meðan HB aftur vann stórt.
Tølini lýsa væl støðuna. Hjá KÍ er málmunurin seinastu vikuna 0-6, og hjá HB er málmunurin 13-2!!
Klaksvíkingar leita við lykt eftir málskjútta. Brasilski Anderson hevur ikki roynt seg enn í fremstu røð. Loyvini vóru komin upp á pláss undan vikuskiftinum. Hann var við næstbesta liðnum í Sørvági síðsta leygardag. Hesa ferð verður hann í hópinum, tá ið HB fer at vitja í Klaksvík.
Harley Bertholdsen hvíldi mikukvøldið. Hann verður við aftur ímóti HB. Jan Andreasen er framvegis skaddur. Tað er stórur saknur í honum.
Í HB álopinum eru tveir landsliðsspælarar – Christian Høgni Jacobsen og Andrew av Fløtum. Hendrik Rubeksen varð skiftur inn fyri Christian Høgna mikukvøldið, og hann skoraði tvey mál. Og so er tað Páll M. Joensen, sum ikki hevur spælt tvær tær fyrstu ferðirnar.
Rúni Nolsøe hevur nógv fólk at velja ímillum, og tað letur til, at hann í fyrsta umfari ætlar at skifta eitt sindur ímillum. Sammett við síðsta sunnudag vóru Jákup á Borg, málverjin Marcin Dawid og Hans á Lag uttanfyri mikukvøldið.
Fróði Benjaminsen var leikbannaður sunnudagin, men hann spældi aftur mikukvøldið, tá ið Rasmus Nolsøe, Pætur Jørgensen og Milan Kuljic eisini vóru millum teir fyrstu ellivu.
Í fótbóltsblaðnum fyri viku síðani varð sagt, at stuðulsspælarar fara at sita á bonkinum hjá HB. Tað er heilt víst, at fleiri, sum høvdu verið kærkomnir styrkir hjá flestu av hinum Formula liðunum, sunnudagin fara at sita á HB beinkinum í Klaksvík.