Uppgerðin vísur, at tvær kommunur brúktu yvir 40.000 kr fyri hvønn íbúgva, tað vóru Fámjins og Kvívíkar kommunur. Fýra kommunur brúktu undir 20.000 kr. – tað vóru Húsa, Sands, Tvøroyarar og Viðareiðis kommunur. Miðaltalið fyri alt landið var góðar 28.000 krónur fyri hvønn íbúgva. Sjálvt um tað at síggja til er stórur munur, so er frágreiðingin, at nakrar kommunur gera íløgur og dagføringar, meðan aðrar kommunur halda aftur í løtuni, antin tí tær hava dagført tænasturnar, ella tí tær spara upp til at fremja dagføringar seinni.