Tað er ikki sjáldan ónøgdin sæst hjá Føroyafólki um misvísandi tíðindi í Kringvarpi Føroya, uttan nakra umbering, hóast átalur.
Hinvegin kemur ofta fyri í Danmarks Radio, at tíðindaberin kemur antin fram á skýggjan ella í útvarpinum og sigur “Vi har en rettelse....”!
Fyri fáum døgum síðani fekk dugnaligi tíðindamaðurin hjá donsku TV-avisen, Jeppe Nybroe, av at vita frá ymiskum síðum, frá fjølmiðlafólki, professarum, fólki ið viðgerð pressuetikk og tíðindaleiðaranum Ulrik Haagerup sjálvum, sum m.a. sigur, at “hetta er sera álvarsamt mál”.
Umbering ikki nóg mikið
Hvat hevði so hesin fjølmiðlasyndarin sagt og gjørt?
Jú í frásøgn um sjónvarpsupptøku, segði hann, meðan hann vísti “rullandi” myndir, at hetta er ein konvoj av donskum hermonnum sum “fara út úr Irak”, meðan myndin vísti eina konvoj á veg úr Kuwait inn í Irak.
Stjóri hansara í DR gjørdi stutta prosess og segði, hetta verður einasta og seinasta ávaring og umframt, sleppur hann ikki aftur á skýggjan komandi tríggjar mánaðirnar.
Hesin nipni tíðindamaðurin hevur í fleiri førum biðið um umbering fyri, tað hann kallar: “Jeg erkender, beklager og er ked af, at have begået en fejl”. – Tíðindini vórðu beinanvegin tikin av skerminum.
Men so lætt sleppur hann ikki. Fjølmiðlaløgfrøðingurin Oluf Jørgensen frá Danmarks Journalisthøjskole sigur m.a. og vísir á, at hetta vóru ikki bert skeiv tíðindi, men:
“Det svækker DR’s troværdighed, for det er en bevidst vildledning, der er sket”.
Tørvandi trúvirði
Eg havi hópin av landsmonnum við mær, tá eg sigi, at ein upprudding í tílíkum máli, hevði ikki komið fyri í Kringvarpi Føroya. Mangur hevur í føroyskum bløðum, uttan iva av røttum, givið ilt av sær um kringvarpsstovnin. Tey flestu bara geva frið. Ein politikari klárar seg altíð, annars skal hann halda seg burtur uttanfyri politikk. Men eg hugsi um føroyingin sum heild.
Eitt av mongum dømum er, tá vit fyri stuttum sóu í Sjónvarpi Føroya ein arbeiðs-gevara, sum hevði fingið arbeiði í Kommunuskúlanum í Havn, verða avsmurdan, tí hann var í ætt við onkran, sum arbeiddi hjá Tórshavnar Kommunu og spurningurin var um útbjóðingina. Eisini varð borgarstjórin drigin á tráð. Eg havi skilt, at kæra er send fjølmiðlanevndini. Spennandi at síggja úrskurðin. Men hesin verður so noyddur heldur enn at arbeiða fyri at vinna pening, nú at gera eitt størri pappírsarbeiði. Hetta kann Kringvarpið gjalda seg frá og krevja peningin frá lurtaranum.
Spurningurin er, um vit bara síggja tind á ísfjallinum. Eingin ivi er í, at fleiri hava liðið undir veikum leiðarum á kringvarpsliðinum, uttan eg kann prógva tað.
Ongar avleiðingar
Sjálvur havi eg fyri stuttum verið inni á tíðindaflutningi frá bæði Sjónvarpi- og Útvarpi Føroya, sum eg avgjørt meti at vera álvarsliga misvísandi. Eg komi at venda aftur til hetta, helst við einum fyrispurningi til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann.
Ja, munur er á DR og Kringvarpi Føroya, og sannleikin er tíverri, at eingin avvarðandi tekur ábyrgd. Í Kringvarpsnevndini er tøgn, Kringsvarpsstjórin veit, at best er at tiga. Tíðindaleiðarin biðjur fólk bara um at kæra. Landsstýrismaðurin í mentamálum torir ikki at nerta borgaragoldna stovnin.
- Tilber at lesa aðrar greinar um sama mál á www.keldu.com










