Muntra stongt vegna eldsbruna

Beint fyri klokkan 13 sunnudagin varnaðust fólk, at roykur kom úr takinum úr bygninginum, har eitt nú Resturant Muntra í Fuglafirði húsast

Eldur

Á løgreglustøðini í Runavík sigur Jógvan E. Ósá, at sløkkiliðsbilurin í Fuglafirði var skjótur á staðið og fekk bast eldinum, sum stóðst av skamlopi ella kortslutningi uppi á ovastalofti í bygninginum.
Í frágreiðingini hjá løgregluni stendur, at talan var um lítlan eldskaða og nakað royk-og vatnskaða.
Sosialurin var fram við á Muntra mánamorgunin.
Ein lemmur er í loftinum beint undir, har eldurin kyknaði, og haðani fingu sløkkiliðsmenninir bast eldinum.
Hóast eldurin var beint omanfyri, har resturatiónin er á miðhæddini, sást lítið og einki til vatn og royk.
Í durinum við inngongdina sást eitt lítið sindur av sóti, og kanska kendist ein farri av brendum í næsunum.

Klárt til veitslu

Uppi í resturatiónini stóðu borðini dekkaði við dúkum og øðrum pynti til konfirmatión og veitslu, sum skuldu vera sunnudagin.
Maturin og alt stóð liðugt, tá ið eldur kom í, og streymurin reyk.
Men ráð vóru fyri hesum.
Konfirmatiónin varð hildin heima við hús við mati, sum Muntra hevði gjørt og veitslan, har 18 konfirmantar við makum vóru savnaðir aftur eftir 50 árum, varð hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sum Muntra leigaði til endamálið.
Eisini her stóð maturin liðugur, tá ið fólk varnaðust eldin.
Alt spældi væl av, hóast neyðugt varð at flyta hesi tiltøk úr resturatiónini hjá Poul Rustin, sum í løtuni er burturstaddur.
Væntandi gongur ein vika ella so, áðrenn Resturant Muntra í Fuglafirði letur uppaftur.