Munnkurvin

Annita á Fríðriksmørk
----

Tá ið stórmál eru til við­gerð­ar í Løgtinginum, eru sam­gongutingfólk javnan samd um at ongin skal taka orðið ella í mesta lagi ein fyri hvønn flokk. Í øðrum lagi er avgjørt at skunda mál í gjøgnum uttan at geva mál­inum ta tíð, tað eigur sam­bært tingskipanini. Og í triðja lagi uttan at geva mál­um ta løgfrøðiligu eftir­kann­an, sum mál eiga at fáa. Onkur vil kanska siga, at soleiðis hevur tað altíð verið. Men tað er ikki rætt. Soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Hetta er nakað, sum hevur vundið uppá seg seinastu árini, og við tíðini er tað nærum blivið legalt at seta tingskipan til viks og legalt at undirgrava fólkaræðisligu prinsippini. Hetta minnir ikki sørt um søguna um frosk­in, sum varð sleptur í kók­andi heitt vatn, og hann sprakk uppúr aftur sjálvur, tí hann brendi seg. So varð froskurin koyrdur í kalt vatn og vatnið varð síðani hitað so líðandi, til tað at enda kókaði. Tá var froskurin liggjandi í vatninum og merkti ikki upphitanina, og har lá hann til hann av hitanum.

Samráð
Nú fólkaræði var til viðgerðar í kjakinum í Degi og Viku týskvøldið, varð høvuðsevnið, um vit ikki áttu at fingið eina skipan við opnum samráð.
Til tað er at siga, at vit kunnu fáa so nógvar skip­anir, sum vit vilja. Tað, sum tó hevur týdning, er, at tær skipanir, sum eru, verða vird­ar. Og her er spurn­ing­­urin um vit ikki eru á skeiv­ari kós í løtuni. Tað er sum um, at tað gerst meira og meira legalt ikki at virða ting­skipanina, m.a. við at skúgva fólkaaræðisligu rætn­­ingslinjurnar til viks. Fólka­­ræði átti annars heldur at verið nakað, sum javnan varð tikið upp til viðgerðar, so týdningurin av tí sat rimmarfast í tilvitanini hjá løgtingslimum.
Haldi sjálv, at tað sita nógv vitug fólk í løgtinginum, - hetta sigi eg, hóast eg ofta hoyri tað mótsatta. Hóast skilagóð tingfólk er virðingin fyri parlamentarisku skipan­ini sloppin á glið.

Førleiki at taka støðu
Hóast fólkaræði merkir, at fólkið ræður, so vita vit eis­ini, at tað ber ikki til, at alt fólkið skal taka avgerðir í øllum málum. Vit hava tí eina skipan við fólkavaldum umboðum. Í parlamentinum sita hesi fólkavaldu fólk, sum hava til uppgávu at viðgera og tosa um mál, sum eru til viðgerðar.
Tað er sjálv viðgerðin, sum er hornasteinurin í Løg­ting­inum. At debatera og skaffa sær nýggja vitan. Og so til síðst at taka støðu, sum byggir á vitan. Eina vitan, sum eisini er atkomulig fyri almenninginum.
Tey flestu løgtingsmálini fáa tríggjar viðgerðir, fara í nevnd, álit verður skrivað, og so og so leingi skal verða ímillum hvørja viðgerð. Alt fyri at verja fólkaræði, fyri at tryggja, at mál ikki verða skrumblað ígjøgnum. Í so máta er fólkaræði gamaní ein rímiliga tung og ofta stirvin skipan. Men, “fólkaræði er ikki gott, men tað finst onki betur”, segði Churchill. Og so leingi vit ikki hava funnið eina betri skipan, eiga vit at virða hana vit hava og hjúkla um hana.

Samgonguleiðarar, sum sita í lands­stýrinum, stýra løgtingsfólkum
Ein dagin skrivaði ein sam­gongutingmaður soleiðis á facebooksíðu síni: “ Helst hugsa nøkur, hví so fá samgongufólk tóku orðið á Tingi í dag um broytingar í hjúnabandslógini. Sam­gongu­leiðararnir høvdu avrátt, at bert framsøgufólkið hjá hvørjum flokki sær skuldi taka orðið, og hesum tók samgongan undir við. Tí vóru tað einans 3 fólk úr sam­gonguni, sum tóku orðið: Elsebeth Mercedis Gunn­leygs­dóttur, Reimund Lang­gaard og Jenis av Rana.”
Uppgávan hjá okkara fólka­valda Parlamenti er at verða fólksins eftirlits­myndugleiki við stjórnini. Tí er tað ikki í lagi, at floks­for­menn, sum m.a. sita í lands­stýrinum krevja, at tingfólk onki siga í einum tingmáli. Enn verri er tað, at tingfólk tiga, tí tey, sum tey hava eftir­lit við, krevja tað!
Og ironiskt var tað, at meðan tingfólk fáa munnkurv brúkti ein deildarleiðari í miðfyrisitingini høvi at siga sína hjartans meining við Løgtingið um sama mál.
Ikki tí, eg haldi at tað er í fínasta lagi, at deildarleiðarar siga sína meining. Embætis­fólk mugu eisini hava tali og skrivifrælsi. Men at loyva deildarleiðara at skriva Løg­tinginum eitt skriv, um eitt mál har tey fólkavaldu – tey sum eru lønt og vald til at siga sína meining – verða biðin um at tiga, tað gevur í minsta lagi eina fatan av, at her er farið at skeikla í býtinum millum lóggevandi og úttinnandi valdið.

Er samráð svarið?
Í Degi og Viku týskvøldið var evnið fólkaræði. Mesta av kjakinum snúði seg um, hvørt vit skuldu hava eina skipan við samráði ella ikki. Havi skilt, at Samráð virkar væl, har tað er. Men tá vildi eg fyrst mælt til skipað varð so fyri at politikarar fingu høvi at kjakast um fólkaræði, og hvussu hetta eigur at virka í løgtinginum, og hvat kann henda, um vit ikki virða tað. Hava vit ikki politikarar, sum virða tær skipanir, sum vit hava og hjúkla um tær, so vil ein nýggj skipan neyvan loysa nakran trupulleika.