Munnkurv?

Sá á portalinum 31.august 07, at eitt flogfar hjá Atlantic Airways var farið út í neyðsporið vegna ólag í bremsuskipanini. Tíbetur ongin mannskaði. Vildi onki nevna fyri soninum, sum skuldi til Føroyar dagin eftir, tí hann kann ikki tola at flúgva. Bíðaði eftir sjónvarpstíðindunum um kvøldið, um nærri frágreiðing um hendingina. Og tað undraði meg ikki so lítið, at har bert kom eitt mini-innslag um hendingina. Akkurát sum nå, men forrestin so....

Meini so við, at um nú flogfarið var farið í luftina við brekinum, so hevði tað helst ikki spælt so væl av, tá til stykkis kom. ”Ja, hvis hvis, min røv var spids..” sum danir taka til, gitingar kann man ikki brúka til nakað. Men fakta var, at bremsiskipanin var í ólagi. Og hvussu ber tað so til, at tað ikki var avdúkað, áðrenn flogfarið fór út á breytina? Einfaldur spurningur. Tað rokni eg við, at onnur enn eg spyrja um. Eg flúgvi ofta við Atlantic Airways, og fyri meg er tað umráðandi at vita, at flogfelagið hevur greiðar trygdarleiðreglur, og at hesar vera fylgdar.

Hóast man hevur greiðar leiðreglur, so er tað er ein sannroynd, at feilir koma fyri. Innan heilsuverkið t. d. í Danmark, hevur man skyldu at rapportera frá “hændelsesforløb ved næsten ulykker”, hvat hendi og hví, hvørji fólk vóru involveraði, hvussu reageraði man o.s.fr. og hvat skal gerast fyri at byrgja upp fyri at feilurin ikki endurtekur seg. Tað eru atkomiligir upplýsingar til øll. Og tað var nakað líknandi, eg hevði væntað mær at frætta um í fjølmiðlunum, eina frágreiðing. Tað gjørdi eg ikki.

Og so fer myllan í sving. Man hatta vera eitt av teimum flogførunum, sum hevur havt trupulleikar við flapsunum?? Bara fyri at nevna ein av spurningunum.

Haldi tað er sera løgið, at fjølmiðlarnir eru so tigandi.

Hevur nakar fingið munnkurv?