Fyrireikararnir av bátafestivalinum av Toftum hava havt veðrið við sær í dag, og kunnu fegnast um, at teir útsettu bátafestivalin eina viku.
Nógvir bátar, og nógv fólk eru á bátafestivali í dag. Seinni í dag fara m.o. Kristina Bærendsen, Jónsvein Olsen, Árni og Marner Andreassen at framføra á kajuni. Mótasýning við Insito og Navia verður eisini á skránni, umframt uppboðssøla av karikaturtekning. Ì kvøld klokkan 23 fer Hallur Joensen at framføra.
Rás2 sendi frá bátafestivalinum fyrr í dag. Birgir Waag Høgnesen filmaði meðan Johannes Reinert Petersen, saltnesmaður spældi á munnhørpu, umframt, at Birgir Waag Høgnesen fangaði stemningin, tá bátarnir løgdu at bryggju á Toftum.
Kykmyndin sæst undir greinini. Myndin av Johannes Reinert Petersen er tikin av YouTube upptøkuni.










