Hóast útgongubann vóru fleiri túsund mótmælisfólk í gøtunum í størsta býnum í Myanmar, Yangon, í morgun. Men har vóru eisini væl vápnað løgreglulið, sum vóru komin inn í býin um náttina.
Tað varð skjótt týðiligt, at løgreglumenninir høvdu fingið boð um at steðga mótmælisgongunum. Teir tveittu fleiri granatir við táragassi eftir teimum mótmælandi, og tá tað ikki var nóg mikið, vórðu fleiri fólk tikin. Eygnavitni siga, at minst 80 munkar vóru millum tey tiknu, og at teir blivu bukaðir og drignir eftir vegnum.
Aðrar keldur vistu at siga, at fleiri andstøðufólk vórðu tikin seinastu nátt, og at Aung San Suu Kyi, andstøðuleiðari, varð flutt úr húsavarðhaldinum til eitt fongsul.
Fleiri lond hava ávarað hernaðarstýrið í Myanmar ímóti at steðga mótmælunum við harðskapi. ES hevur sagt, at tað fer at seta revsitiltøk í gildi alt fyri eitt, um stýrið nýtir harðskap og George W. Bush, forseti, segði í gjár, at USA hevur longu hert síni tiltøk ímóti hernaðarstýrinum.










