Munir og mismunir


 

Jónas Johnsson


Dagrøktin í Kollafirði hevur øll árini, innan Tórshavnar kommuna noktaði tí í fjørheyst, nýtt sama gjald til dagrøktarmammuna pr. barn. Men í Tórshavn fáa dagrøktararnir væl meira fyri tey minstu børnini. Men tá ið tey fylla 3 ár, lækkar gjaldið fleiri hundrað krónur til dagrøktarmammuna pr. barn. Eg haldi at tað snýr seg um yvir 700 krónur. Hetta fyribrigdi hevur ivaleyst verið politikkur, t.v.s. jarnbrot at fáa tey eldru børnini flutt á stovn. Tað ber bara ikki til í Kollafirði, tí


? í Kollafirði er eingin stovnur fyri hesi børnini,

? í Kollafirði ynskja vit ikki psykososialan terror yvir børn,

? í Kollafirði hugsa vit demokratiskt og

? í Kollafirði eta og slíta børnini meir, so hvørt tey vaksa til.


Hugsið tykkum eina dagrøktarmammu, sum hevur 5 børn, ið fylla ár um hetta merkið í sama ári. Tað verður ein vanlukkulig lønarniðurgongd uttan nakra høpisleysa grundgeving. Hon fær tá eina lønarlækking uppá 3-4 túsund krónur. Ein slík skipan kann einans geva órógv, bæði millum røktarar og foreldur. Fyri ikki at tala um barnið, um tað við kenslum sínum fatar, at tað er orsøk fyri ónøgd hjá teimum vaksnu.

At nøkur børn skulu vera meira aktiv enn onnur er snøgt sagt ein tápulig skipan.

Innan innblandingina hjá Tórshavnar kommunu í árinum 2000, máttu dagrøktararnir í Kollafirði eisini opna síni heim fyrr á mni, tí nógv foreldur koyra væl longri til arbeiðis úr Kollafirði, enn støðan er í Havn.