Mungát gott fyri sinnið

Stóra kappingin millum føroysku bryggjaríini og tey útlensku ger, at tað støðugt koma nýggj merki og nýggjar vørur á marknaðin. Hósdagin 18. juli kemur túrurin aftur til Restorffs Bryggjarí.

Tá kemur spildurnýggja bjórið við tí heldur sjáldsama og vælklingandi forna heitinum ?MUNGÁT? á marknaðin. Orðið er tikið úr Seyðabrævinum. Tað er ikki av tilvild. Tí í hesum forna og søguliga skjali verður tilskilað, hvussu nógv ein maður skal gjalda fyri vetrarvistir. Fær hann umframt mat og húsarúmd eisini MUNGÁT, tvs. øl, skal hann sjálvandi gjalda meira. Orðið MUNGÁT er gamalt norrønt navn. MUN merki sinni, og GÁT tað sum er gott (sbr. góðgæti). MUNGÁT er sostatt gott fyri sinnið stendur í tíðindaskrivi frá Restorffs bryggjarí.

Har stendur eisini, at hetta er eitt sera heppið mentanarligt orð, sum Jóhan H. W. Poulsen hevur hjálpt Restorffs við. Etikettuna hevur Reproz teknað. Oman fyri Sigmundarkrossin stendur: ?Omnia Pro Cervisia?, sum merkir: ?Alt fyri ølið?. Petur Martin Rasmussen hevur staðið fyri látínsku tíðingini.

Gamlir føroyingar bryggjaðu nógv øl heima og nýttu teir bygg til hesa framleiðslu. MUNGÁT er sostatt gamla føroyska heitið fyri øl, meðan tað innflutta danska ølið varð rópt bjór. Restorffs Bryggjarrí vil tí fegið hoyra frá bóndum, sum hava møguleika at velta eitt sindur av bygg, so bryggjaríið kann framleiða eina heilt vistfrøðiliga øl stendur í tíðindaskrivinum.