Hondbóltur
Eftir fýra royndir hevur H71 framvegis einki stig fingið til høldar, men tað var tó nær við, at fyrstu av hesum komu sunnudagin móti StÍF.
Bundu ikki fyri
Leingi var annars líkt til, at meistararnir skuldu halda spælistovu móti botnproppinum. Eftir at hoyvíkingar vóru teir, sum løgdu betri fyri ? ikki minst takkað verið Levi Nybo í málinum ? settu strandingar seg av álvara á tað heila. Verjan var tett, soleiðis at hoyvíkingarnir ikki longur høvdu eins stuttan veg til málið, og einsamallur megnaði Levi í longdini ikki at halda hoyvíkingunum í dystinum. At leikandi venjarin hjá H71, Henrik Gerster, hevði ein stóran ferðil av krími, og tískil ikki helt til meira enn lítið korter, mundi ikki gera støðuna hjá hoyvíkingum betri.
Og sum hálvleikurin gekk, so bendi alt á, at strandingar skuldu vinna ein av teimum heldur løttu sigrunum. Stóran part av seinna hálvleiki var heldur ikki nógv, sum bendi á, at vertirnir kundu gera stórvegis fyri at broyta hetta. Hvørja ferð hoyvíkingarnir royndu at toga eitt sindur aftur, settu gestirnir bara ferðina eitt lítið vet upp, og so var aftur leyst.
Men strandingar vóru um reppið at detta í felluna, sum altíð kann raka, tá dystir tykjast ganga ov lætt. Seinastu tíggju minuttirnar ella so mundu teir halda við sjálvum sær, at her vóru stigini heima. Teir høvdu tó gloymt, at hóast hoyvíkingarnir kanska ikki eiga besta hondbóltsliðið í landinum, so vilja teir altíð stríðast til tað seinasta.
Og tað var júst tað, sum teir gjørdu hesaferð. Hóast StÍF við 22-17 og fimm minuttum eftir tóktist púrasta trygt, so vildu hoyvíkingarnir ikki geva skarvin yvir. Teir hildu á fram at stríðast, og brádliga fór mununrin av álvara at minka.
So hvørt sum heimaáskoðararnir gjørdust alt meira mælskir, tóktust strandingarnir gerast alt meira fjáltursstungnir, og hóast teir høvdu møguleikarnar at avgera, so megnaðu teir ikki at umseta hetta til mál. Tá Sveinur so misnýtti (eitt bíligt) brotskast, og H71 stutt eftir minkaði munin í eitt mál, fór av álvara at standa á, men so glapp tað loksins. Sverri Justinussen varð leitkur leysur, og hann fekk hálvgum trýst bóltin í netið, soleiðis at munurin aftur var tvey mál, tá farið varð undir seinasta minuttin. Hoyvíkingarnir royndu at jaga seinasta minuttin, men tað var ov seint, og soleiðis sluppu strandingarnir við skrekkinum hesaferð.
Vandamikið spæl
Sæð yvir ein kamb, so var einki at ivast í, at StÍF átti sigurin uppbornan. Teir vóru fyri tað mesta betra liðið, men tó so, so skerst ikki burtur, at høvdu teir mist stig í dystinum, so vildi tað heldur ikki verið annað enn tað, sum teir áttu uppiborið. At undirmeta mótstøðuna hevur altíð verið ein deyðssynd í ítrótti, og framyvir munnu eisini strandingarnir ásanna, at ein hondbóltsdystur varar til klokkan hevur ýlt fyri seinastu ferð.
Hesaferð sluppu teir so við skrekkinum, men tað er lítið at ivast í, at størri nærlagni skal til komandi sunnudag, tá vitjast skal hjá Neistanum.
Fyri hoyvíkingar mundi tað í øllum førum vera eitt herðaklapp, at teir hesa ferð vóru somikið nær fyrstu stigunum. Stríðsviljin hevur eyðkent liðið seinastu árini, og gjøgnum eitt heilt kappingarár, so fornoktar hesin seg ikki, so einki er at ivast í, at úrtøkan fer at koma fyrr ella seinni.
Dysturin í tølum
H71-StÍF 21-23 (8-14)
Málskjúttar
H71: Halgir Dahl Olesen 10, Magnus Dahl Olesen 4, Esbern Patursson 3, Niels Viggo Niclasen 1, Johnny Durhuus 1, Olaf Vestergaard 1, Henrik Gerster 1
StÍF: Alexandur Johansen 5(1), Sverri Justinussen 4(1), Bent Djurhuus 3, Mihai Marinescu 3, Sveinur Justinussen 3, Borgar Danielsen 2, Kristjan Petursson 1, Artur Johansen 1, Andre Danielsen 1
Brotskøst: H71 4, StÍF 4
Útvísingar: H71 1, StÍF 5
Dómarar úr TB: Birgir Dimon & Kári Niclasen. Hava fyrst og fremst tørv á nógv fleiri dystum og nógv fleiri royndum.