Danski landsliðsmálverjin, Thomas Sørensen, var bara millimetrar frá at missa sjónina, tá hann saman við Stoke vann 2-1 í botndystinum móti Tottenham. Alan Hutton hjá Tottenham tveitti seg fyrilitarleyst móti danska málverjanum, og úrslitið gjørdist eitt stórt sár beint við høgra eyga. 20 stingir skuldu til, áðrenn sárið var seymað saman, og danski málverjin var ikki blíður eftir dystin. – Vit tosa ikki um eitt prus á beininum. Vit eru har, sum tað als ikki er stuttligt meira. Eg veit væl, at hann kom yvir at biðja um umbering, men tað fái eg ikki brúkt til nakað. Hatta var ein verulig beistagerð, segði Thomas Sørensen við danska Ekstra-Bladet eftir dystin.