Munda Langgaard 60 ár

Mánadagin 18. apríl fylti Munda Langgaard, Leirvík 60 ár.

Munda er úr Oyndarfirði, dóttir Hans Jákup Abrahamsen úr Oyndarfirði og
Janu Abrahamsen f. Eldevig úr Elduvík. Tey áttu 11 børn, harav 9 enn eru á lívi.

Munda hevur altíð verið røsk og borið orð fyri at verið heldur rokalig.
Sum ung fór hon til Klaksvíkar at arbeiða sum húshjálp. Seinni arbeiddi hon í
Keypsamtøkuni, og gekk samstundis á Klaksvíkar Handilsskúla. Eftir loknað
skúlagongd í 1964 fór Munda at sigla við Tjaldrinum í tvey ár, har hon arbeiddi í
kioskini. Umborð á Tjaldrinum møtti hon leirvíkinginum Remi Langgaard, sum
eisini sigldi við har.

Munda og Remi giftust í 1967. Fyrstu árini búðu tey í Klaksvík, men í 1969
fluttu tey til Leirvíkar, og har hava tey búð síðani. Tey eiga 5 børn:
Hans Jákup, Robert, Jaspur, Reimund og Gudny, og tey eiga eisini
11 ommu- og abbabørn , sum tey eru sera glað fyri, og sum tey elska at forkela.

Í 1979 lat "Skóbúðin hjá Mundu" upp í kjallaranum hjá teimum, og har hevur Munda
starvast sjálv øll hesi góð 25 árini. Umframt handilin, hevur Munda eisini verið ógvuliga virkin í ymiskum nevndararbeiði: Tá børnini vóru smá, sat hon fleiri ár í nevndini hjá skótunum í Leirvík. Hon hevur sitið í barnaverndini í Leirvík í 25 ár,
harav sum formaður tey seinastu 20 árini. Hon er í umboðsráðnum hjá Norðoya Sparikassa, í umboðsráðnum hjá Fuglafjarðar sjúkrakassa og í bygdahúsnevndini í Leirvík.

Munda er burturstødd á føðingardegnum.