Munar væl at grava linjur niður

Hóast tað aloftast kemur illa við, at streymurin fer, vísir SEV nú á, at seinnu árini hava færri og færri grundir verið til at ilskast inn á streymslit.

Síðani jólaódnina í 1988 hevur SEV miðvíst valt at grivið linjurnar niður, og tað hevur avmarkað streymslitini, hóast tað verri enn so heilt forðar fyri teimum.

Finn Jakobsen, deildarstóri hjá SEV, sigur tað hava munað sera væl, at linjurnar nú verða grivnar niður.

Hoyr samrøðu við hann við at trýsta á pílin undir myndini.