Munandi meiri inntøkur í ár

Inntøkurnar av skatti og mvg eru munandi hægri í fyrra hálvári í ár enn í fjør

 


Higartil í ár eru inntøkurnr av skatti og mvg eru væl hægri í ár enn tær vóru í sama tíðarskeiði í fjør.

Tað boðar Fíggjarmálaráðið frá í morgun.

 

Fyrra hálvár í ár eru inntøkurnar hjá landinum frá meirvirðisgjaldi eini 12 prosent hægri enn tær vóru um  somu tíð síðsta ár.

Inntøkurnar frá landsskattinum eru eini 6 prosent hægri enn somu tíð í fjør.

 

- Í fíggjarlógini fyri í ár er innroknaður væntaður vøkstur í mun til í fjør, men eisini í mun til tað eru inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi og landsskatti hægri, sigur Fíggjarmálaráðið.

 

- Heldur hendan gongdin fram, tað sum eftir er av árinum, verða inntøkurnar hjá landskassanum frá meirvirðisgjaldi og landsskatti einar 150 milliónir krónur hægri, enn mett verður í fíggjarlógina fyri í ár.

 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður sigur í eini fráboðan, at hetta boðar frá góðum. Nú ræður um at tálma útreiðsluvøkstrinum, so undirskotið á fíggjarlógini fæst burtur, sigur hann í skrivi úr Fíggjarmálráðnum.

Málið er at hallið á fíggjarlógini skal vera burtur úr 2016 og samgongan hevur fleiri ferður staðfest, at tað er framvegis endamálið.

og fyri stuttum segði løgmaður við Sosialin, at tað er alt sum bendir á, at tað fer at eydnast.