Hagtøl hjá Strandferðsluni yvir ferðandi við Smyrli vísa, at sum summarið í ár nærkaðist, so vaks talið av ferðandi um Suðuroyarfjør so hvørt. Higartil hevur Strandferðslan almannakunngjørt hagtøl frá januar til mai, og verður samanborið við árið fyri, so veksur talið sum árið líður.
Í januar í 2018 vóru at kalla eins nógv ferðandi sum tað vóru í januar í 2017. Tað sama ger seg galdandi fyri februar. Í báðum førum lá talið av ferðandi við Smyrli í januar og februar um 15.000-16.000 fólk.
Men í mars byrjar broytingin so smátt at síggjast. Tí meðan tað vóru góð 19.600 fólk, sum fóru við Smyrli í mars í 2017, so vóru tey góð 20.700, sum fóru við Smyrli í mars í ár. Í apríl í 2017 vóru 19.700 fólk, men sama mánað í 2018 vóru 22.800 fólk. Og í apríl mánaði er munurin enn størri - frá góðum 20.000 í 2017 til smá 26.000 fólk í 2018.
Fleiri støð standa í stað
Meðan vøksturin av ferðandi til Suðuroynna er greiður, so eru tað fleiri onnur støð í landinum, sum uppliva sama tal av ferðandi. Hagtølini fyri, hvussu nógv fólk ferðast til Sands vísa, at tað stendur í stað. Í mai í 2017 og 2018 fóru um 19.000 fólk hendan túr.
Í Nólsoy er talið eitt vet minni í 2018 enn í 2018. Í mai 2017 fóru knapt 9.500 fólk um Nólsoyarfjør og í mai 2018 fóru 8.600 fólk somu ferð. Til Kalsoynna í mai 2017 fóru góð 5.400 fólk, meðan talið av ferðandi í mai 2018 var knapt 6.400. Sostatt er eisini ein vøkstur at síggja í talinum av ferðandi til Kalsoynna. Á Fugloyar/Svínoyarleiðini minkaði talið av ferðandi frá í mai 2017 at vera um 1500 fólk, til at vera um 1000 fólk í mai 2018. Á Skúvoyarleiðini fór talið av ferðandi frá mai 2017 til mai 2018 frá um 580 til um 480.
Enn eru hagtølini fyri juni og juli ikki tøk.