Munandi færri ung ganga fyri einki

Talið á teimum ungu, sum ganga arbeiðsleys, er munandi minkað seinastu mánaðirnar Tað upplýsti Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum fyri løgtinginum í gjár.

Bergtóra Høgnadóttir Joensen spurdi hann, hvat hann ætlar at gera fyri at basa ungdómsarbeiðsloysinum.

Ein arbeiðsbólkur setti fyrr í ár nøkur uppskot fram um, hvussu arbeiðsloysið kann basast.

- Eitt uppskot var, at øll, sum eru skikkað, skulu sleppa undir útbúgving og sostatt eru eini 500 fleiri lesandi í Føroyum í ár, enn tað vóru í fjør.

Hann sigur, at hetta hevur ført til, at talið á teimum 16-24 ára gomlu, sum ganga fyri einki, er fallið úr 341 fólkum í mars í ár, niður í 179 í oktober.

Tað er onki at ivast í, at nógv av hesum hava tikið av tilboðnum um at fara undir útbúgving.

Landsstýrismaðurin upplýsir eisini umboð fyri ALS hava verið norðurlendskari ráðstevnu um ungdómsarbeiðsloysi og skipanin hevur eisini skipað fyri evnisdegi fyri ung arbeiðsleys í aldrinum frá 18-24 ár.

Í næstum fer ALS eisini at seta fólk í starv at ráðgeva um ungdómsarbeiðsloysi.