Munagóðar ábøtur til sum skjótast á psykiatrisku deild

Hví játtar Landssjúkrahúsið ikki meira enn 2.800 krónur um mánaðin til aktivering av sjúklingunum á psykiatrisku deild? Er tað tí, aktiveringin ikki hevur týdning? Ella er tað tí, at tað arbeiðið, ið gjørt verður, ikki verður mett sum gott nokk? Tað vil Finnur Helmsdal nú hava at vita frá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum

Í fyrispurninginum hjá Finni Helmsdal, eru tríggir spurningar til Helenu Dam á Neystabø. Finnur Helmsdal spyr, hví Landssjúkrahúsið ikki játtar meira enn 2.800 krónur um mánaðin til aktivering av sjúklingunum á psykiatrisku deild? Er tað tí, aktiveringin ikki hevur týdning? Ella er tað tí, at tað arbeiðið, ið gjørt verður, ikki verður mett sum gott nokk? Og í øðrum spurningi verður spurt, um landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað við hesi viðurskifti og nær? Ætlar landsstýrismaðurin at mæla til hægri normeringar, og at starvsfólkið, sum tekur sær av aktiveringini, fær feriuavloysing? Ætlar landsstýrismaðurin at hækka játtanina til ítrivspartin og til klubbvirksemið? Í síðsta spurninginum verður spurt, nær landsstýrismaðurin fer at koma við eini heildarætlan við atliti at bøta um korini hjá sálarliga sjúkum føroyingum?


Seta ljós á viðurskiftini

Í viðmerkingunum til fyrispurningin, sigur Finnur Helmsdal, at hesin fyrispurningurin skal fatast sum tann fyrsti av nøkrum, sum hava til endamáls at lýsa veruligu viðurskiftini hjá teimum, sum eru innløgd á Psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum í styttri ella longri bil. Endamálið er eisini at lýsa og seta ljósið á viðurskiftini hjá føroyingum, sum hava sálarligar trupulleikar. Tað er nevniliga soleiðis, at tað uttan samanberingar kann sigast, at tann bólkurin í føroyska samfelagnum, sum hevur tær vánaligastu og minst virðiligu liviumstøðurnar, er bólkurin vit rópa sálarliga sjúk.

? Nógv eru tey viðurskifti, sum eru orsøk til, at umstøðurnar hjá sálarliga sjúkum ikki eru nøktandi. Hølisumstøður á psykiatrisku deild. Bygningar í sera vánaligum standi. Lágar starvsfólkanormeringar. Ov fá sambýlispláss. Ov illa virkandi økispsykiatri. Aktiveringin á deildunum ov lágt prioriterað o.s.fr. Og tað verður hetta seinasta, sum fyrispurningurin hesa ferð skal snúgva seg um, sigur Finnur Helmsdal.


2800 kr. um mánaðin

Finnur Helmsdal vísur á, at higartil hevur henda megnar uppgáva verið røkt av bara einum fólki, og umbønir um hækkaða normering hava verið afturvístar. Tað sama hava umbønir um feriuavloysarar. Og tað er harmiligt, at játtandi myndugleikarnir ikki vilja/kunnu stuðla hesum virksemi á meiri nøktandi hátt.

? Enn meira harmiligt er at staðfesta, hvussu lítlan hug somu játtandi myndugleikar hava til at játta pening til sjálva aktiveringina av sjúklingunum á psykiatrisku deild. Tað er nevniliga soleiðis, at Landssjúkrahúsið rindar siger og skriver 2.800 krónur um mánaðin til teir aktivitetir, sum eru nevndir omanfyri. Tær 2.800 krónurnar eru býttar soleiðis, at 1.600 krónur eru til ítrivspartin, og har av skulu m.a. svimji- og busskort gjaldast. Tær 1.200 krónurnar eru til klubbvirksemið.

? Tað er rætt og slætt óskiljandi, at Landssjúkrahúsið ikki játtar meiri pening til slíkt, sum av øllum við innliti verður mett sum sera týðandi liður í viðgerðini. Umframt at aktiveringin er ein mennandi og ikki minni sparandi umlætting fyri restina av arbeiðinum, sigur Finnur Helmsdal m.a. í viðmerkingunum til fyrispurningin.