TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Steinfinn Mittilstein, sum í nógv ár báðumegin aldarskiftið var við í "Havnar Fótbóltur", sum hevði raksturin av besta liðnum hjá HB tá.
Steinfinnur fekk Jákup á Borg og Rógva Jacobsen til HB, men eisini á sinni Nocko Jokovic og Heine Fernandez, sum gjørdu mun fyri HB, og vóru við til at útvega HB FM-gull fyrst í hesari øldini.










