Jóhan Petur á Stongum er mentur nógv sum flogbóltsleikari, síðani hann flutti niður at spæla við Aalborg HIK. Bæði kvinnu- og mansliðið venja seks ferðir um vikuna, umframt at spæla dystir.
Hetta áttu vit eisini at gjørt í Føroyum, er Jóhan Petur á Stongum sannførdur um, tí bara við at venja so mikið nógv, kanst tú taka teg nógv fram sum leikari.
Hann greiðir annars frá, at støði í mansdeildini er munandi hægri enn í Føroyum.
– Okkara lið er nakað betri enn toppurin í føroysku deildini. Vit hava breiðari hóp og fleiri leikarar, sum eru betri enn teir í føroysku deildini. Og so er toppurin í okkara deild nógv hægri enn bestu føroysku liðini, metir Jóhan Petur á Stongum.
Aalborg HIK er annars ikki so langt frá danska toppinum. Seinastu mongu árini hevur liðið spælt seg til play-off dystirnar og sostatt verið millum fýra tey bestu liðini í Danmark. Í fjør gjørdist talan um eitt regulert fjórða pláss, meðan liðið í 2008 vann silvur.