Tann einasti yvirgangsmaðurin, sum slapp livandi frá teirri ógvusligu yvirgangsatsóknini at indiska býnum Mumbay í 2008, er tikin av døgum í einum indiskum fongsli.
Mohammad Ajmal Kasab, sum var føddur í Pakistan, var ein av teimum 10 yvirgangsmonnunum, sum lupu á hotellið Trident-Oberoi, høvuðsjarnbreytarstøðina og onnur mál í Mumbay. Álopið vardi tríggjar dagar og kostaði 166 mannalív.
Í 2010 varð Kasab dømdur til deyða. Undir rættarmálinum viðgekk hann, at hann hevði verið við í álopinum, og at tað var hann, sum var á myndini hjá einum vakmyndatóli á jarnbreytarstøðini í Mumbay við einari maskinbyrsu í hondunum. Álopið á jarnbreytarstøðina kostaði 60 fólkum lívið.
Yvirgangsatsóknin í Mumbay elvdi til spenning millum India og Pakistan, tí fleiri av álopsmonnunum vóru pakistanar, og indarar vildu vera við, at álopsmenninir høvdu fingið hjálp úr Pakistan. Tað avsannaðu teir pakistonsku myndugleikarnir.