Mujdragic skaddur og kannaður

Miðverjin hjá Skála meiðslaði sær knæið móti Víkingi í gjár

Ahmed Mujdragic verður ikki tøkur komandi vikurnar fyri Skála, eftir at hann í gjár fór av vøllinum við knæskaða í landskappingardystinum móti Víkingi. Skálamenn vóru bangnir fyri, at talan kundi verða um álvarsaman skaða.

 

- Fyrstu kanningarnar siga, at talan ikki er um álvarsligan skaða. Hann hevur pínu í knænum og tað er hovið, men fyribils vænta vit, at hann verður úti í nakrar vikur, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá Skála.

 

Ahmed Mujdragic, sum skifti til Skála í vetur frá KÍ, verður mettur sum ein týdningarmikil spælari fyri Skála. Hann er miðverji og teir hevur Skála ikki so nógvar av í løtuni. Dysturin í Sarpugerði endaði við 1-0 sigri til Víking. Serbiski miðverjin fór av vøllinum aftaná 68 minuttir.

 

Komandi dystur hjá Skála er á heimavølli móti B36, sum tapti 3-2 fyri EB/Streymi í gjár.