Meðan harðligu aldur Miðalhavsins bresta ímóti fyrndargomlu havnini í Jaffa, arabiska býnum skamt sunnanvert Tel Aviv, snýr prátið á stóru altanini í marglætisíbúðini hjá danska ambassadørinum seg um donsku ambassaduna í Islamabad, sum herfyri varð bumbað í stumpar og stykkir av muslimska yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda. Og prátið snýr seg eisini um prísin fyri ein aktivistiskan uttanríkispolitikk við hernaðarluttøku í Irak og Afganistan (hóast danskir hermenn eru farnir úr Irak – eitt taktiskt lokabragd upp undir valið í Danmark, sum harra Fogh slapp merkiliga snikkaleysur undan), og um handfaringina av tiltiknu Muhammed-tekningunum, sum elvdi til bál og brand í muslimska heiminum.
Hanne Foighel er ivaleys um, at danir eiga at endurskoða sín leiklut á globala pallinum. Men professarin á Tel Aviv University, Noah, sum eisini er boðin í reseptión hjá danska ambassadørinum í kvøld, er ósamdur.
- Evropeiski vinstravongurin var einaferð lokomotivið ímóti religiøsum myrkri og sjálvhátíðarligheit og gekk á odda fyri skrivi- og talufrælsinum, fyri tí kritiska sansinum og fyri tí opna samfelagnum, har eingin og einki er hevjað omanfyri kritiska viðgerð. Men í dag er hesin sami vinstravongurin vorðin meistari til at fella á knæ fyri einum og hvørjum fanatiskum fana, so leingi hesin hoyrir til ein minniluta, sigur eldri harrin við frísuta hárinum og ternutu skjúrtuni, meðan smølu eyguni hyggja strangt at frú Foighel. Sum ikki mutar ímóti.
Eg kundi ikki verið meiri samdur. Tí hóast minnilutaverja er ein fastgrógvin partur av einum og hvørjum reystum fólkaræði, so má tað ongantíð verða ein kvalifikatión í sær sjálvum at vera minniluti, sum partú skal fáa viðhald, líkamikið hvat málið annars snýr seg um.
Og meðan reydliga sólin spakuliga hvørvur í sjónarringinum, og hvøllu bønirnar frá sunnimuslimsku moskuni í grannalagnum stíga til himmals, haldi eg fyri, at vinstravongurin í Danmark í fyrstu atløgu lat seg blinda av, at tekningarnar gingu út yvir ein minniluta, sum í einum nationalum samanhangi var hart kroystur, fyrst og fremst orsakað av islamofobisku herferðini hjá reyð-hvítu nationalistunum í Dansk Folkeparti.
- Men við ella uttan danskar rasistar, so broytir tað akkurát einki uppá, at muslimska kravið um eina umbering og kravið um, at religiøst viðkvæmi skal koma fram um rættin til at ytra seg um hvat sum helst, var eitt láturligt krav, sum tann fríði heimurin ongantíð skal góðtaka, sigur ísraelski professarin.
Aftur samdur. Tí prinsipiella kjarnan í málinum, sum Villy Søvndal, Tøger Seidenfaden og kompaní av fyrstan tíð ikki megnaðu at fyrihalda seg til, er, hvørt tað er í lagi ella ikki at tekna profetin Muhammed. Lukkutíð eru bæði Villy og Tøger vorðnir klókari eftir annað umfar av glantrileikinum um Muhammed, tá PET í februar steðgaði eini morðroynd á ein av seku teknarunum, Kurt Vestergaard. Villy bað “de muslimske mørkemænd gå ad helvede til”, og Tøger prentaði tekningarnar “i solidaritet med Kurt Vestergaard”.
Og so var knappliga semja í Danmark um, at ein minniluti av religiøsum muslimum skal sjálvandi ikki sleppa at diktera, hvørji virði okkara samfeløg skulu hvíla á. Hóast hann er ein minniluti. Og hóast hesin minnilutin má leggja oyra til eina flóðaldu av rasistiskum skarni í dagsins kjaki um útlendingar í Danmark. Hetta er logikkur fyri búrhønur, um vit bert megna at skilja sundur prinsipiella málið um tekningarnar og tónan yvir fyri útlendingum í Danmark generelt.
Í vakra mánalýsinum út ímóti midnátt síggi eg á vegnum heim frá danska ambassadørinum í Jaffa nakrar burkaklæddar kvinnur baða í Miðalhavinum, meðan menninir sita á sandinum og roykja vatnpípu. Langt ímillum jødisku bikini-tøsirnar nakrar fáar kilometrar norðanfyri, har eg búgvi. Og so tilbiðja tey ein profet, sum ikki tolir nakrar erligar keipumyndir. Heilt erligt. Slíkt erkvisið og sjálvhátíðarligt hysterí hava vit altso ikki rúm fyri.
Sitat:
- Evropeiski vinstravongurin var einaferð lokomotivið ímóti religiøsum myrkri og gekk á odda fyri skrivi- og talufrælsinum, fyri tí kritiska sansinum og fyri tí opna samfelagnum, har eingin er hevjaður omanfyri kritiska viðgerð. Men í dag fellur hesin sami vinstravongurin á knæ fyri einum og hvørjum fanatiskum fana, so leingi hesin hoyrir til ein minniluta










