Mugu vita meiri um lønina

Føroya Arbeiðsgevarafelag sóknast nú eftir fleiri og meira útgreinaðum lønarhagtølum, so vitanin um lønarviðurskifti í Føroyum kann byggja á annað enn tær ábendingar, verandi hagtøl geva.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at betri hagtøl kundu verið eitt betri amboð at brúkt í mun til eitt nú samfelagsbúskap, mun millum kynini á arbeiðsmarknaðinum, sáttmálasamráðingar og lønarsamanberingar við útlandið.

- Um vit vistu, hvussu nógvar tímar fólk arbeiddu, hvat tey fingu í løn fyri hesar tímar, sundurgreinað á eitt nú fakbólkar, kyn og annað, høvdu vit vitað munandi meira, enn vit gera í dag, sigur Esther Dahl, ráðgevi hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Hon greiddi nærri frá á Rás 2. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Esther Dahl.