Mugu vera fokuseraðir

Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, var sum vera man nøgdur við úrslitið og eisini partvís við avrikið:

- Teir eru væl við fyrstu løtuna, men so skora vit trý mál, og tað er týðuligt, at spælararnir taka frá, tí teir halda, at alt er avgjørt. Vit vórðu kløkkaðir, tá ið teir sleppa framat og skora tvey mál, sum sæð út frá okkara sjónarmiði vóru bílig. Men tíbetur loftaðu vit okkum, og Andreas vísti við tveimum málum, hvør dugur er í honum, og tað var eisini hugaligt, at tveir innskiftarar stóðu fyri síðsta málinum.

Og nú bíðar HB í Gundadali?

- Ja, vit skulu spæla tvær ferðir ímóti HB, og tað gleða vit okkum til. Fyrst í landskappingini í Gundadali í vikuskiftinum og síðani í steypakappingini í Gøtu. Í kvøld fara vit til Runavíkar at hyggja at teimum, men longu í stórsteypadystinum ímóti EB/Streymi sást, at HB hevur eitt gott og samanspælt lið.