Mugu velja millum kongaríki og sjálvstýri

Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri í Danmark, sigur við Sermitsiaq, at Føroyar og Grønland mugu avgera, um tey vilja hava eina grundlóg, har tjóðirnar halda á í ríkisfelagsskapinum, ella um tey vilja gera eina grundlóg fyri eina sjálvstøðuga tjóð.

 

Ríkisfundur hevur júst verið á Marienborg og har hevur spurningurin um ríkisrættarligu støðuna hjá Føroyum og Grønlandi verið umrøddur.

 

Lars Løkke Rasmussen sigur við Sermitsiaq, at Føroyar og Grønland hava frælsi at arbeiða við eini grundlóg.

- Eg havi tó samstundis gjørt greitt, at ein má geva til kennar, hvørja leið, ein gongur á. Tað vil siga, um ein arbeiðir við eini stjórnarskipan, sum skal galda fyri eina sjálvstøðuga tjóð í framtíðini, ella eini stjórnarskipan, sum skal galda, meðan Føroyar og Grønland eru partur av ríkisfelagsskapinum og tí skal rúmast inni í ríkisfelagsskapinum, sigur Lars Løkke Rasmussen. 

 

- Vit hava ein ríkisfelagsskap, sum er skaptur av eini felags søgu. Tað hongur saman, so leingi vilji er til tess. Tað er sum eitt hjúnaband. Ein kann ikki halda fast í hjúnabandinum, um annar parturin vil skiljast, sigur hann.

 

Sambært Sermitsiaq hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, boða frá, at politisku flokkarnir verða boðsendir fyrst í nýggja árinum til at arbeiða við eini nýggjari stjórnarskipan, og at hann vónar at fáa eina breiða semju. Hann segði tó við Kringvarp Føroya, at talan er um at gera eina stjórnarskipan innan fyri rammurnar av ríkisfelagsskapinum.