Mugu varpa ljós á

Eg haldi eisini tað er gott, at vit varpa ljós á tær lagnur, sum Í Menniskjum Góður Tokki sær hvønn dag - eisini uttanfyri jóltíðir, sigur Katrin Kallsberg.

Ein av teimum sjey, sum fer at savna pening til átakið Meðan vit bíða, er serlækni í kvinnusjúkum, Katrin Kallsberg.

 

Les eisini Skulu savna pening inn til fátøk

- Eg haldi hetta er eitt sera gott átak, og vit mugu varpa ljós á børn, sum liva í fátækraváða. Eg haldi eisini tað er gott, at vit varpa ljós á tær lagnur, sum Í Menniskjum Góður Tokki sær hvønn dag - eisini uttanfyri jóltíðir. Eg havi eisini tosað við míni børn um hetta átakið, og tey stuðla tí, tí tey eru so sera kedd av at síggja í sjónvarpinum, at tað eru fátøk børn í Føroyum, sigur Katrin Kallsberg.

 

Katrin Kallsberg leggur stóran dent á hetta við at varpa ljós á.

- Eg ætli mær at taka tað upp tey ymsu støðini, sum eg vanliga ferðist. Annars fari eg nú at leggja høvdið í blot fyri at finna uppá okkurt kreativt tiltak, sum hevði gagnað tiltakinum, sigur Katrin Kallsberg.

 

Les eisini Vón er fyri framman

 

Les eisini Umráðandi at vit øll hava gott