Eitt av fremstu málunum hjá politiska myndugleikanum eftir valið eigur at vera at varðveita eina lutfalsliga stóra og dygdargóða arbeiðsmegi í landinum.
Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag
Tískil heldur felagið, at útbúgvingarpolitikkur skal raðfestast frammaliga.
- Fyri vinnuna er tað avgerandi, at skúlarnir geva børnum og ungum so mikið av førleikum, at tey kunnu lúka tey støðugt hækkandi krøvini á arbeiðsmarknaðinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur dent á, at tað er ikki nóg mikið at hava eina stóra arbeiðsmegi.
- Okkara arbeiðsmegi má eisini vera dygdargóð, og hetta tryggja vit við einum góðum skúla- og útbúgvingarpolitikki.
- Føroyar mugu hava dygdargóðar útbúgvingar frá fólkaskúla til miðnám og hægri útbúgvingar.
Hinvegin heldur felagið eisini, at tilvildarlig spariátøk, sum at skerja undirvísingartímar, mugu ikki seta eina mennandi tilgongd av fólkaskúlanum í vanda.
- Hugsað má verða um hvørja krónu og tí er avgerðandi, at størri skúlaeindir verða skipaðar, soleiðis at vit fáa best møguliga undirvísing fyri minst møguligan pening.
Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir eisini á, at hóast vit brúka upphæddir til serundirvísing, hoyra vit javnan, at hon er ov vánalig.
- Hesi viðurskifti mugu fáast í rættlag, so øll børn og ung fáa grundleggjandi skúlaførleikar. Vit hava ikki ráð at missa partar av framtíðar arbeiðsmegini niður ímillum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur eisini, at politiski málsetningurn skal vera, at øll ung fáa eina miðnámsútbúgving ella yrkisútbúgving, umframt at so nógv sum møguligt fáa eina førleikagevandi útbúgving.