Hevur kirkjuskatturin nakra ávirkan á, hvørt fólk vilja verða verandi í kirkjuni ella ikki?
Henda spurning reisti Jórun Johannesen, forkvinna í Felagnum fyri Kirkjuráðslimir, sum um vikuskiftið hevur aðalfund sín í Nesvík.
Í formansfrágreiðing síni nevndi hon, at fleiri kirkjuráðslimir hava skift orð um hetta málið við kirkjuskattinum.
Nevnt hevur verið, at tá løgtingið ásetti prosentið til kirkjuskattin til 0,6 og um hetta tryggjar eitt støðugt limatal og forðar limaflýggjan.
- Ella kann henda paragraffin er við til at steðga kirkjuni í at menna seg, so ongar nýggjar kirkjur verða bygdar?, vísti forkvinnan á. - Spurningurin er um verandi skipan er nøktandi, ella eigur kirkjuskatturin kanska at hækka.
Men, vísti Jórun Johannesen á, so eigur kirkjan at vísa samhaldsfesti. Hon eigur tí í økkum førum at koma uppaftur á ta játtan, sum tá hon var yvirtikin fyri fimm árum síðani.
(tilvildarlig mynd)










