Amerikanski verjuovastin, Mike Mullen, heldur, at eitt hernaðarligt álop á Iran hevði seinkað landsins kjarnorkuverkætlan munandi. Hann leggur afturat, at tað er ikki hansara uppgáva at taka avgerð um eitt møguligt álop, men sjálvur heldur hann, at tað kann gerast tann seinasti møguleikin.
Amerikanski verjumálaráðharrin, Robert Gates, hevur júst sent Barack Obama, forseta eitt notat við uppskotum um, hvørji stig USA eigur at taka í viðurskiftunum við Iran.
Sambært New York Times mælir Robert Gates forsetanum til at endurskoða Iran-politikkin hjá stjórnini, soleiðis at eingin skal vera í iva um, hvør politikkurin er.