Mugu útseta landsinnsavningina

Koronastøðan hevur við sær, at tað ikki er ráðiligt at halda eina vanliga hurð-til-hurð landsinnsavning

Reyði Krossur skipar á hvørjum ári fyri eini landsinnsavning, ið hevur til endamáls at savna inn pening til hjálpararbeiði í Føroyum og kring heimin.

Men nú er landsinnsavningin fyribils útsett. Reyði Krossur skrivar soleiðis:

– Hóast tilbúgvingin hjá Reyða Krossi her í Føroyum hevur verið virkin meginpartin av árinum, og hóast neyðin kring heimin er ovurstór í hesum døgum, førir koronastøðan tíverri við sær, at tað ikki er ráðiligt at halda eina vanliga hurð-til-hurð landsinnsavning fyrst í september mánað. 

Kunnað verður nærri, tá støða er tikin til nær ella um hon skal haldast í 2020.