Politiikarar óttast fyri at almennar verkætlanir verða dýrari enn upprunaliga ætlað.
Tað vísti framsøgukvinnan hjá Javnaðarflokkin, Helena Dam á Neystabø, á í sínari røðu.
-Tað er ikki tí, at eg haldi at broytingar skulu gerast í lógini, men vit mugu tryggja okkum, at vit vita hvør hevur endaligu ábyrgdina av, tí fíggjarliga. Vit hava ringar royndir av, at almennar verkætlanir gerast ov dýrar, segði Helena Dam á Neystabø.