Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum varð spurd, hvussu tað til dømis var hjá teimum at viðgera Dimmalætting, og truplu fíggjarligu støðuna, sum Dimmalætting verið í seinastu tíðina.
Kringvarpið valdi tey tíðindini frá.
– Vit sótu á redaktiónini og føldu, at vit øll høvdu okkurt samband við Dimmalætting og tí ikki kundu viðgera hasa søguna. Jú, hatta bremsar okkum viðhvørt, segði Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum.
Hetta lýsir kanska fjølmiðlar í einum nøtuhylki.
Men hví skuldi Kringvarpið ikki viðgera støðuna hjá Dimmalætting? Er tað ikki líka mikið, um fólk í Kringvarpinum kenna fólk á Dimmalætting?
Fólk í Kringvarpinum kenna eisini fólk á øðrum arbeiðsplássum, har tað kortini ikki førir til, at tey fáa frið. Aðalmálið við journalistikki er greiða frá, at fortelja fólki, hvar fyrifert í samfelagnum. Tað snýr seg eisini um at siga tað, sum er óbehagiligt, eisini tá tað er miðlarnar sjálvar, tað gongur út yvir.
Liva fjølmiðlarnir ikki upp til tað, so seta teir sítt egna trúvirði í vanda.